Faroese National 01. apríl 2023.
Seyðahundasambandið skipar fyri seyðahundakapping fyri kl. 3 hundar og er hetta 6.kvalifikatiónskapping í ár. Kappingin verdur hildin á Vatnaskørðum í Hoyvík.
Gjøgnumgongd av bananum verður kl 9:00 og kappingin byrjar kl.9:15.
Seinnasta freist at melda til kappingina er Hóskvøldi 30. Mars kl 20.00 og fer fram við at maila til Steinur Poulsen á minhundur@gmail.com.

Kostnaður fyri hvønn hundin er 150,- kr og verður kravt inn av Steinur Poulsen á staðnum. Luttakararnir fáa samstundis vest við byrjunarnummari á.
Vit fara at hava tveir føroyskar dómarar til kappingina og Brandur K. Í Kongsstovu verður banaformaður.
Ferðasteyp er tilhoyrandi hesa kappingina.
Kaffi/Te og kaka verður at fáa á staðnum, mat mugu luttakarara sjálvir hava viđ.
Heilsan
Seyðahundasambandið
Seyðahundasambandið