
Hey tit
Faroese National verður á Viðareiði 14. & 15. mars 2026.
Byrja verður kl 08.00 við banagjøgnumgongd og kappingin byrjar kl 08.30
Tríggjir dómarir verða til kappingina og teir eru Jónleif Jørgensen, Elmar Reinert Fjallheim og Hans Meinhard Midjord
Hundar, ið hava fingið FM stig í klassa 3, kunnu melda seg til kappingina. Sí https://hundar.fo/kappingar-arid-24-25-2/
Tilmelding er við at senda mail til minhundur@gmail.com
Navn á hundi og hvat felag tit umboða. Hava tit fleiri hundar, so viðmerk hvør hundur skal fyrst á banan.
Seinasta freist at boða frá luttøku er hóskvøldið kl 20.00
Kostnaður er 150 kr. pr. hund. Goldið verður kontant.
Innleiðandi dagurin er 14. mars og finalan er 15 mars.
7 teir fremstu frá innleiðandi koma í finaluna.
Innleiðandi dagurin gevur einki stig, men hvussu hundarnir klára seg innleiðandi, avgerð hvør byrjar í finaluni. Hundur nr. 7 frá innleiðandi byrjar í finaluni, nr. 6 er næsti hundur osf. Tann sum fær flest stig innleiðandi er seinasti hundur á bananum, í finaluni.
Finalan verður skipa sum double fetch.
Í finaluni hava vit brúk fyri allari hjálp vit kunnu fáa, vónandi kunnu vit fáa hjálp frá teimum, ið ikki komu í finaluna.
Um ikki viðrar, so verður kappingin flutt til ein annan dag. Tað kann eisini koma fyri, at innleiðandi er eitt vikuskifti og finalan eitt annað vikuskifti.



