Jónstein Petersen, Author at Seyðahundasamband Føroya

Hjún skrivaðu søgu
Hjún skrivaðu søgu í seyðahundakapping í Vágadali
Tað var ein serlig løta í seyðahundakappingini í Vágadali, tá ið hjúnini Ketty Andrea Hentze Winther og Petur Hans Winther bæði vunnu heiðursmerki í somu kvalifikatións kapping í klassa 3. Eftir tí, sum vit vita, er hetta ikki hent áður í Føroyum.
Tað var Vága Seyðahundafelag, sum skipaði fyri kappingini í Vágadali, har Tummas Jacobsen og Moss tryggjaðu sær fyrsta plássið.
Men tað vóru serliga hjúnini Winther, sum gjørdu kappingina minniliga. Ketty Andrea Hentze Winther vann annað plássið við Tara, meðan maður hennara, Petur Hans Winther, tryggjaði sær triðja plássið við Rex.
Eftir tí, sum vit vita, er hetta fyrstu ferð, at hjún bæði hava staðið á sigurspallinum í somu kvalifikatiónskapping í klassa 3 í Føroyum.
Úrslitið í klassa 3:
1. Tummas Jacobsen við Moss
2. Ketty Andrea Hentze Winther við Tara
3. Petur Hans Winther við Rex
Kappingin í Vágadali verður sostatt ikki bara mint fyri sigurin hjá Tummasi og Moss, men eisini fyri eitt sjáldsamt og møguliga søguligt úrslit hjá hjúnunum Winther.
Vit ynskja øllum trimum hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum!

The post Hjún skrivaðu søgu appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Seyðahundakapping í Vágadali
Leygardagin verður seyðahundakappingin í Sandavági. Vága Seyðahundafelag er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Sandavági. Kappingarøkið, verður í garðinum hjá Eyðanstovu bóndanum uppi í Vágadali, har umstøðurnar eru sera góðar til kappingar í øllum trimum klassunum. Tað eru 18 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Ì klassa 2 eru 5 luttakarar og klassa 1, 4. Onkur nýggjur hunndur verður og spennandi verður hvussu fer at roynast. Vága Seyðahundafelag hevur skaffa dómarar uttanlanda frá, til kappingina. Talan er um Llion Harris úr Wales, ið er seyðabóndi við 500 seyðum. Hann byrjaði at venja hund sum 11 ára gamal og hevur luttikið í kappingum síðani hann var 14 ára gamal. Llion hevur umboða Wales á landsliðum fleiri ferðir. Ein tann mest kendi hundurin er Prestli Jock, ið hann hevur vunnið nógvar kappingar við. Veðurforsøgnin fyri leygardagin og sunnudagin sær góð út, og Vága Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Sandavágs at fylgja við kappingini. Tiltakið er ókeypis. Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott aftur við og høvi verður eisini til eitt gott prát og hugnaliga samveru. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kom ein túr til Sandavágs, um ikki annað so til eitt gott prát um seyðahundar.

Vága Seyðahundafelag

The post Seyðahundakapping í Vágadali appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Kvikk aftur á sigurskós í Funningsfirði
Kvikk aftur á sigurskós í Funningsfirði – sera javnt í landskappingini

Eftir ein minni góðan kappingardag í Húsavík varð Kvikk hjá Jónstein Petersen aftur á fyrsta plássi, tá ið seyðahundakapping varð hildin í Funningsfirði. Samstundis harðnar stríðið um landsliðsplássini, har bert fimm stig skilja nummar eitt og nummar fimm í samlaðu landskappingini.

Kappingin fór fram í kulda og grovum kavaælum, ið gjørdu umstøðurnar krevjandi hjá bæði hundum og hundaførarum.

Kvikk vann við 90 stigum av 110 møguligum. Moss hjá Tummas Jacobsen gjørdist nummar tvey við 83 stigum, meðan Kelly hjá Onna Sofíu Fjallheim endaði á triðja plássi við 74 stigum.

Kelly og Gripur høvdu bæði 74 stig, men Kelly tryggjaði sær triðja plássið við fleiri stigum í OLF (outrun, lift og fetch), har Kelly fekk 42 stig móti 37 hjá Gripi.

Úrslitini í Funningsfirði:

Jónstein Petersen – Kvikk: 90 stig

Tummas Jacobsen – Moss: 83 stig

Anna Sofía Fjallheim – Kelly: 74 stig

Jónstein Petersen – Gripur: 74 stig

Tóroddur Vang – Svan: 67 stig

Petur Hans Vinter – Kemi Jack: 66 stig

Ketty Vinter – Tara: 64 stig

Hørð kapping um landsliðsplássini

Kappingin um tey fýra landsliðsplássini er sera spennandi. Eftir kappingina í Funningsfirði eru bert fimm stig frá fremsta hundinum niður til nummar fimm í samlaðu landskappingini, og frá fjóra til tíggjinda pláss eru einans seks stig.

Í hvørjari kapping fáa teir sjey fremstu hundarnir stig. Vinnarin fær sjey stig og niður til nr, 7 sum fær eitt stig. Við so lítlum muni millum fremstu hundarnar kann hvør einasta kapping fáa avgerandi týdning fyri, hvørjir fýra hundar at enda sleppa at umboða Føroyar til NM og EM komandi ár.

The post Kvikk aftur á sigurskós í Funningsfirði appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Seyðahundakapping millum Fjarða
Triðja seyðahundakappingin í kappingarárinum 2026/2027 verður hildin leygardagin og sunnudagin 14. og 15. novembur, tá Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri seyðahundakapping millum Fjarða.

Kappingin verður hildin á náttúruvakra økinum beint við frákoyringina av vegnum millum Fjarða og Funningsfjørð. Økið er bæði áskoðaravinarligt og høgligt hjá luttakarunum.

Seyðurin, sum verður nýttur til kappingina, kemur úr tveimum hagapørtum, Grønunum og Mørkini. Hetta eru hagar, ið liggja lið um lið og hava sama eigara.

Luttakararnir møta kl. 08.30 til banagjøgnumgongd, og kappingin byrjar kl. 09.00. Hvør luttakari fær 13 til 15 minuttir til at gjøgnumføra banan.

Leygardagin kappast hundarnir í klasa 3, og higartil eru 18 hundar teknaðir til kappingina.

Sunnudagin kappast hundarnir í klassa 2 og 1, og møguleiki verður at tekna seg til hesa kappingina heilt fram til kappingarbyrjan sunnudagin.

Dómarin til kappingina hetta vikuskifti er Eyðstein Jensen. Hann er royndur dómari, sum eisini hevur verið við til fleiri seyðahundakappingar, við góðum úrslitum.

Veðurforsøgnin til hetta vikuskifti er rættiliga ivasom, og boðað verður frá kava/regni og fitt av vindi. Veðrið fær man ikki gjørt nakað við, og um tað ikki viðrar leygardagin, so verður ein roynd gjørd sunnudagin, til at fáa alla kappingina avgreidda, tvs. klassa 1, 2 og 3.

Støðan í FM 2026/2027 eftir tvær kappingar

Anna Sofía Fjallheim við Midge – 9 stig

Anna Sofía Fjallheim við Kelly – 8 stig

Jónstein Petersen við Kvikk – 7 stig

Tóroddur Vang við Svan – 7 stig

Rene Hansen við Taff – 6 stig

Tummas Jacobsen við Moss – 6 stig

Ketty Winther við Glen – 4 stig

Kappingin er sera spennandi. Úrslitini í teimum báðum undanfarnu kappingunum hava verið ógvuliga ymisk, og tí er kappingin púra opin.

Øll eru vælkomin forbí at hyggja at kappingini, og síggja bestu seyðahundarnar í landinum kappast um FM heitið. Vit bjóða kaffi, te og møguleikan til at fáa eitt hugnaligt seyðahundaprát.

The post Seyðahundakapping millum Fjarða appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Tóroddur og Svan tóku sigurin í Húsavík!
Tað vóru nýggir hundar, sum gjørdu vart við seg í oddinum, tá seyðahundakappingin í klassa 3 varð hildin í Húsavík leygardagin. Kappingin vísti enn einaferð, at kappingin millum bestu seyðahundarnar í Føroyum er jøvn. Eingin av teimum trimum hundunum, sum endaðu ovast í kappingini á Viðareiði fyri tveimum vikum síðan, megnaði at endurtaka eitt pláss millum tríggjar teir fremstu hesa ferð. Tóroddur Vang og Svan tryggjaðu sær sigurin í Húsavík, meðan Anna Sofía Fjallheim hevði ein serstakliga góðan kappingardag. Við hundunum Kelly og Migh eydnaðist henni at tryggja sær bæði annað og triðja plássið. Úrslitið í klassa 3

1. Tóroddur Vang – Svan

2. Anna Sofía Fjallheim – Kelly

3. Anna Sofía Fjallheim – Migh

Úrslitini vísa, at tað er torført at spáa um, hvør fer at standa ovast á sigurspallinum frá kapping til kapping. Hetta ger eisini kappingarárið 2026/2027 serliga áhugavert at fylgja. Kappingarnar í klassa 3 eru samstundis liður í úttøkuni til føroyska landsliðið, har teir fýra fremstu hundarnir eftir sjey úttøkukappingar skulu umboða Føroyar á norðurlandameistaraheitinum og evropameistaraheitinum. Vit ynskja Tóroddi Vang og Svan hjartaliga tillukku við sigrinum og Annu Sofíu Fjallheim tillukku við teimum báðum heiðursplássunum.

The post Tóroddur og Svan tóku sigurin í Húsavík! appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Seyðahundakapping í Húsavík
Næsta seyðahundakapping í kappingarárinum 2026/2027

Leygardagin verður næsta seyðahundakappingin í kappingarárinum 2026/2027. Hesa ferð er tað Sandoyar Seyðahundafelag, sum er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Húsavík. Kappingarøkið, verður í garðinum í Bø, har umstøðurnar eru sera góðar til seyðahundakappingar, í øllum trimum klassunum: klassa 1, 2 og 3.

Hetta er fimta árið á rað, at Sandoyar Seyðahundafelag bjóðar seg fram sum vertur fyri einari kapping. Tað hevur verið bæði áhugavert og stuttligt, at fylgt við menningini innan seyðahundakappingar í Føroyum hesi árini. Støðið er støðugt hækkað, og tað er gleðiligt at síggja, hvussu nógv føroysku seyðahundarnir og teirra handlarir hava ment seg.

Í skrivandi løtu eru 22 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Seyðurin í Húsavík er lættur og róligur at arbeiða við, og hetta gevur góðar umstøður fyri eina góða og spennandi kapping.

Í klassunum 1 og 2 eru enn ikki so nógvir unghundar tilmeldaðir. Vit vóna tó, at undirtøkan fer at vaksa komandi árini, og at fleiri ung og nýggir handlarir fara at taka av møguleikanum at royna seg í hesi spennandi ítróttargreinini.

Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær góð út, og Sandoyar Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Húsavíkar at fylgja við kappingini.

Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott aftur við og tað verður eisini høvi til eitt gott prát og hugnaliga samveru.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Kom ein túr til Húsavíkar, um ikki annað so til eitt gott prát um seyðahundar!

The post Seyðahundakapping í Húsavík appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Tummas og Moss nr. 7 í finaluni í Hart voor West Friesland
Tummas og seyðahundurin Moss hava enn einaferð víst høgt støði í altjóða seyðahundakappingum.

Heili 105 hundar úr 9 ymiskum londum hava luttikið í innleiðandi kappingunum, sum hava verið skiparar yvir fýra kvalifitións vikuskiftir.

Tummas og Moss luttóku í einum av hesum vikuskiftinum í septembur, har teir komu í semifinaluna. Tað gekk somikið gott at teir komu í finaluna. Teir endaðu á einum flottum 7. plássi í finaluni í Hart voor West Friesland í Hollandi.

Hetta er eitt sera gott úrslit og prógvar at føroyskir seyðahundar, og teirra førarir, kunnu gera seg gladandi í altjóða kappingum.

Hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum, Tummas og Moss.

Tummas og Moss

The post Tummas og Moss nr. 7 í finaluni í Hart voor West Friesland appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Kvikk vann á Viðareiði
Á seyðahundakappingini á Viðareiði eydnaðist Kvikk hjá Jónsteini Petersen at vinna kappingina við 87 stigum. Kappingin var spennandi og javn í toppinum, har bert tvey stig skiltu fyrsta og annað pláss.

Úrslitið hjá teimum fremstu varð:

Kvikk hjá Jónsteini Petersen – 87 stig

Taff hjá René Hansen – 85 stig

Moss hjá Tummasi Jacobsen – 69 stig

Sérliga vert er at leggja til merkis avrikið hjá unga hundinum Taff hjá Rene Hansen, sum ikki fyllir tvey ár fyrr enn um jólini. Hóast sín unga aldur megnaði hann at tryggja sær eitt framúr gott annaðpláss og hevur stórt potentiali sum kappingarhundur.

Kappingin á Viðareiði telur eisini við í samlaðu stigakappingini um úttøku til føroyska landsliðið. Teir sjey fremstu hundarnir vinna sær stig, og sostatt hevur kappingin stóran týdning fyri støðuna fram móti komandi landsliðsúttøku.

Við úrslitinum á Viðareiði er lagt upp til eina spennandi framhald av kappingarárinum, har fleiri hundar framvegis hava góðar møguleikar at vinna sær pláss á landsliðnum.

Næsta kapping verður í Husavík 7 nov.

The post Kvikk vann á Viðareiði appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Føroyskur dómari dømdi í Danmark
Føroyskur seyðahundadómari aftur boðin til Danmarkar

Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir til grannalond okkara at døma seyðahundakappingar. Hetta er ein viðurkenning av tí fakliga førleika og teimum royndum, sum føroyska seyðahundaumhvørvið hevur bygt upp gjøgnum árini.

Hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.

At danska seyðahundaumhvørvið aftur vendir sær til ein føroyskan dómara, vísir, at føroyskir dómarar hava eitt gott umdømi og verða mettir at hava førleikar til at døma kappingar á høgum støði.

At døma seyðahundakappingar krevur stóran kunnleika til arbeiðið hjá hundinum, gott eyga fyri smálutum og evnini at meta rættvíst um avrikið hjá bæði hundi og førara. Tí er tað ein álitisváttan, tá ið fyrireikarar uttanlands bjóða føroyskum dómarum at taka lut í sínum kappingum.

Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava sterkar siðvenjur innan seyðahald og seyðahundaarbeiði. Føroyskir hundaførarar og dómarar eru við til at knýta bond millum seyðahundaumhvørvini í londunum og at menna ítróttina tvørtur um landamørk.

Vit kunnu tí fegnast um, at Elmar Reinert Fjallheim umboðar føroyska seyðahundaumhvørvið í Danmark. Tað er bæði ein persónlig viðurkenning og nakað, sum føroyska seyðahundaumhvørvið kann vera errið av.

Føroyar eru smáar í vavi, men vit seta okkara spor í altjóða seyðahundaheiminum!

Elmar uttast til høgru.

The post Føroyskur dómari dømdi í Danmark appeared first on Seyðahundasamband Føroya.

Aðalfundur
Seyðahundasamband Føroya hevði aðalfund sunnudangin 12. apríl í ÍSF-húsinum, og uppmøtingin var góð.

Fyri vali stóðu Anna Sofía Fjallheim og Tóki Berg Mikkelsen. Anna Sofía Fjallheim tók við afturvali, men Tóki Berg Mikkelsen stillaði ikki upp aftur og í hansara stað kom John Arne Svabo Samuelsen.

Einasta broyting í nevndini varð sostatt, at John Arni Svabo Samuelsen kom beinleiðis inn fyri Tóka Berg Mikkelsen sum peningarøkil.

Nevndin sær soleiðis út:

Jónstein Petersen, formaður

Tummas Jacobsen, næstformaður

Anna Sofía Fjallheim, skrivari

John Arne Svabo Samuelsen, peningarøkil

Sigtór Dam, nevndarlimur

Brandur Klettskarð í Kongstovu, eykalimur

Hans Jóhann Sørensen, eykalimur

Nevndin í Seyðhundasambandi Føroya vil takka Tóka Berg Mikkelsen fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt fyri Seyðahundasamband Føroya og ynskir honum blíðan byr í framtíðini.

Nevndin

The post Aðalfundur appeared first on Seyðahundasamband Føroya.