Seyðahundakapping í Húsavík
Næsta seyðahundakapping í kappingarárinum 2026/2027
Leygardagin verður næsta seyðahundakappingin í kappingarárinum 2026/2027. Hesa ferð er tað Sandoyar Seyðahundafelag, sum er vertur fyri kappingini, ið verður hildin í Húsavík. Kappingarøkið, verður í garðinum í Bø, har umstøðurnar eru sera góðar til seyðahundakappingar, í øllum trimum klassunum: klassa 1, 2 og 3.
Hetta er fimta árið á rað, at Sandoyar Seyðahundafelag bjóðar seg fram sum vertur fyri einari kapping. Tað hevur verið bæði áhugavert og stuttligt, at fylgt við menningini innan seyðahundakappingar í Føroyum hesi árini. Støðið er støðugt hækkað, og tað er gleðiligt at síggja, hvussu nógv føroysku seyðahundarnir og teirra handlarir hava ment seg.
Í skrivandi løtu eru 22 hundar tilmeldaðir í klassa 3, og tí er lagt upp til eina spennandi kapping, har væntast kann, at kappingin verður hørð og jøvn millum hundarnar. Seyðurin í Húsavík er lættur og róligur at arbeiða við, og hetta gevur góðar umstøður fyri eina góða og spennandi kapping.
Í klassunum 1 og 2 eru enn ikki so nógvir unghundar tilmeldaðir. Vit vóna tó, at undirtøkan fer at vaksa komandi árini, og at fleiri ung og nýggir handlarir fara at taka av møguleikanum at royna seg í hesi spennandi ítróttargreinini.
Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær góð út, og Sandoyar Seyðahundafelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til Húsavíkar at fylgja við kappingini.
Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott aftur við og tað verður eisini høvi til eitt gott prát og hugnaliga samveru.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Kom ein túr til Húsavíkar, um ikki annað so til eitt gott prát um seyðahundar!


