Føroyska seyðahundalandsliðið er úttikið til altjóða kappingar í 2025

Føroyska landsliðið við seyðahundum er nú úttikið, og mannað, við fleiri dugnaligum førarum og hundum, sum skulu umboða Føroyar í tveimum stórum altjóða kappingum í 2025: Norðurlandameistarakappingin (NM) og Europa meistarakappingin (EM).
Føroysku hundarnir klára seg vanliga væl so hetta er eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri seyðahundinum er vaksandi og støðið innan seyðahundavenjing, í Føroyum, er í støðugari menning.
• Liðið, ið skal umboða Føroyar, er mannað við hesum førarum og hundum:
• Tummas Jacobsen við Moss.
• Anna Sofía Fjallheim við Midge.
• Jónstein Petersen við Gripur.
• Tummas Jacobsen við Linn.
Kappingarnar verða hildnar hesar dagar:
• NM í Noregi: 29. til 31. august 2025
• EM í Kekkia: 18. til 21. septembur 2025
Vit ynskja øllum luttakarunum bestu eydnu og gleða okku at fylgja teimum.