Tummas og seyðahundurin Moss hava enn einaferð víst høgt støði í altjóða seyðahundakappingum.
Heili 105 hundar úr 9 ymiskum londum hava luttikið í innleiðandi kappingunum, sum hava verið skiparar yvir fýra kvalifitións vikuskiftir.
Tummas og Moss luttóku í einum av hesum vikuskiftinum í septembur, har teir komu í semifinaluna. Tað gekk somikið gott at teir komu í finaluna. Teir endaðu á einum flottum 7. plássi í finaluni í Hart voor West Friesland í Hollandi.
Hetta er eitt sera gott úrslit og prógvar at føroyskir seyðahundar, og teirra førarir, kunnu gera seg gladandi í altjóða kappingum.
Hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum, Tummas og Moss.
Tummas og Moss
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2025/11/Moss-1.jpeg13652048Jónstein Petersenhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngJónstein Petersen2026-11-01 21:31:512026-11-01 21:35:56Tummas og Moss nr. 7 í finaluni í Hart voor West Friesland
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Gripur-og-Kvikk-1.jpeg13652048Jónstein Petersenhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngJónstein Petersen2026-10-25 23:08:062026-10-25 23:13:55Kvikk vann á Viðareiði
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2023/03/IMG_2521-scaled.jpg17072560Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-10-22 22:54:092026-10-22 22:54:10Fyrsta Seyðahundakappingin í 2026/2027 kappingarárinum
Føroyskur seyðahundadómari aftur boðin til Danmarkar
Føroyskir seyðahundadómarar eru javnan bodnir til grannalond okkara at døma seyðahundakappingar. Hetta er ein viðurkenning av tí fakliga førleika og teimum royndum, sum føroyska seyðahundaumhvørvið hevur bygt upp gjøgnum árini.
Hesa ferð var tað Elmar Reinert Fjallheim, sum varð boðin til Danmarkar at døma eina kvalifikatiónskapping hjá danska seyðahundafelagnum.
At danska seyðahundaumhvørvið aftur vendir sær til ein føroyskan dómara, vísir, at føroyskir dómarar hava eitt gott umdømi og verða mettir at hava førleikar til at døma kappingar á høgum støði.
At døma seyðahundakappingar krevur stóran kunnleika til arbeiðið hjá hundinum, gott eyga fyri smálutum og evnini at meta rættvíst um avrikið hjá bæði hundi og førara. Tí er tað ein álitisváttan, tá ið fyrireikarar uttanlands bjóða føroyskum dómarum at taka lut í sínum kappingum.
Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava sterkar siðvenjur innan seyðahald og seyðahundaarbeiði. Føroyskir hundaførarar og dómarar eru við til at knýta bond millum seyðahundaumhvørvini í londunum og at menna ítróttina tvørtur um landamørk.
Vit kunnu tí fegnast um, at Elmar Reinert Fjallheim umboðar føroyska seyðahundaumhvørvið í Danmark. Tað er bæði ein persónlig viðurkenning og nakað, sum føroyska seyðahundaumhvørvið kann vera errið av.
Føroyar eru smáar í vavi, men vit seta okkara spor í altjóða seyðahundaheiminum!
Elmar uttast til høgru.
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Brace-4.jpeg15362048Jónstein Petersenhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngJónstein Petersen2026-10-13 18:24:202026-10-13 18:41:56Føroyskur dómari dømdi í Danmark
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Brace-unglinga-og-heimsmeistarar.png9161390Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-09-20 22:41:142026-09-20 22:41:14World trial finala
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Brace-1.jpeg15362048Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-09-20 09:42:452026-09-20 09:42:45World trial, semifianlu dagur
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Tummas-raettar-HM-2026.png10801920Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-09-18 22:08:052026-09-18 22:08:05World trial inleiðandi, annar dagur
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Jonstein-og-Gripur-HM26.png10801920Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-09-17 22:12:312026-09-17 22:12:31World Trial: Fyrri dagur av innleiðandi kappingini
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2026/09/Jonstein-vid-fam.jpeg15092048Brandur Klettskarð í Kongsstovuhttps://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.pngBrandur Klettskarð í Kongsstovu2026-09-16 22:10:582026-09-16 22:10:58World trial I