Aðalfundur 2025

Føroya Seyðahundasamband hevði aðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði 9. apríl.

Fyri vali stóðu Steinur Poulsen, Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Tummas Jacobsen. Steinur og Brandur tóku ikki við afturvali.

Góðu Steinur og Brandur. Vit vilja hervið takka tykkum hjartaliga fyri tykkara íkast og arbeiði í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tit hava við tykkara ágrýtni verið við til at menna og styrkja felagið, og tað er við stórari virðing og takksemi, at vit síggja aftur á tykkara tíð í nevndini.

Steinur, sum peningarrøkil hevur tú havt ein týðandi leiklut í at tryggja fíggjarliga støðufestið hjá felagnum, og Brandur, sum skrivari hevur tú altíð verið til reiðar at stuðla og hjálpa til, har tørvur hevur verið á tí.

Góði Tummas, vit vilja somuleiðis takka tær hjartaliga fyri títt stóra arbeiði sum formaður í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi.

Tummas Jacobsen heldur fram sum næstformaður.

Vit vilja eisini ynskja nýggju nevndini alt tað besta. Nevndin skipar seg soleiðis:

Jónstein Petersen, formaður

Tummas Jacobsen, næstformaður

Anna Sofía Fjallheim, skrivari

Tóki B Mikkelsen, peningarøkil

Sigtór Dam, nevndarlimur

Eykalimir eru: Ketty A.V Hentze og Hanus Højgaard.

Nýggja nevndin

Vit ynskja tykkum øllum alt tað besta framyvir og vóna, at tit framhaldandi fara at stuðla felagnum við tykkara vitan og royndum.

Við bestu kvøðu,

Føroya Seyðahundasamband

World Sheepdog Trials 2023

Frá 13 til 16 september verður Heimsmeistaraheitið í seyðahundakapping (World Sheepdog Trials) í Dromore í Norður Írlandi. Fólk og hundar úr øllum heiminum fara at kappast, hesar fýra dagarnar. Tveir teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar, á trimum vøllum. Fríggjadagin verður semifinala og leygardagin verður finalan.
Føroyar eru umboaðar av trimum luttakarum, við hvør sínum hundi. Tummas Jacobssen við Linn, Páll Poulsen við Taro og Anna Sofía Fjallheim við Linn.

Fyrr í summar luttóku tey trý pørini og Jónleif Sólskerð við Jett, í Continental Sheepdog Championship, í Kungsör í Svøríki. Tá vóru úrslitini misjøvn. Anna Sofía, Páll og Jónleif komu ikki víðari, men Tummas kom víðari í finaluna og endaði á einum tígginda plássi, sum má sigast at verða eitt einastandandi flott úrslit. Í liðkappingini endaðu Føroyar á einum 11 plássi.

Møguleiki er at fylgja heimsmeistara kappingini á netinum. (Sí leinkjuna niðanfyri)

Vit ynskja Tummasi, Pálli og Onnu Sofíu allar bestu eydnu.

https://www.worldsheepdogtrials.org/2023-world-trial/

SEYÐAHUNDASAMBAND FØROYA © 2025 / ØLL RÆTTINDI TILSKILAÐ

Ein heimasíða hjá ELSE