Seyðahundurin
4
Seinasta sendingin um seyðahundin á hesum sinni á Alduni var mikudagin 28 mars.
Gesturin í sendingini var Tmmas Jacobsen.
Sendingin kann hoyrast her : https://www.aldan.fo/seydahundurin-pt-4-tummas/
Stuðla sendinginum hava:
Labbin.fo
Atek.fo
Djóralæknatænastan í Varðagøtu
Djór.fo
Aðalfundur 2025
Føroya Seyðahundasamband hevði aðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði 9. apríl.
Fyri vali stóðu Steinur Poulsen, Brandur Klettskarð í Kongsstovu og Tummas Jacobsen. Steinur og Brandur tóku ikki við afturvali.
Góðu Steinur og Brandur. Vit vilja hervið takka tykkum hjartaliga fyri tykkara íkast og arbeiði í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi. Tit hava við tykkara ágrýtni verið við til at menna og styrkja felagið, og tað er við stórari virðing og takksemi, at vit síggja aftur á tykkara tíð í nevndini.
Steinur, sum peningarrøkil hevur tú havt ein týðandi leiklut í at tryggja fíggjarliga støðufestið hjá felagnum, og Brandur, sum skrivari hevur tú altíð verið til reiðar at stuðla og hjálpa til, har tørvur hevur verið á tí.
Góði Tummas, vit vilja somuleiðis takka tær hjartaliga fyri títt stóra arbeiði sum formaður í nevndini hjá Føroya Seyðahundasambandi.
Tummas Jacobsen heldur fram sum næstformaður.
Vit vilja eisini ynskja nýggju nevndini alt tað besta. Nevndin skipar seg soleiðis:
Jónstein Petersen, formaður
Tummas Jacobsen, næstformaður
Anna Sofía Fjallheim, skrivari
Tóki B Mikkelsen, peningarøkil
Sigtór Dam, nevndarlimur
Eykalimir eru: Ketty A.V Hentze og Hanus Højgaard.

Vit ynskja tykkum øllum alt tað besta framyvir og vóna, at tit framhaldandi fara at stuðla felagnum við tykkara vitan og royndum.
Við bestu kvøðu,
Føroya Seyðahundasamband
Faroese National flutt
Faroese national er flutt til 8 mars 2025. Kappingin verður hildi á Vatnaskørðum.
World Sheepdog Trials 2023
Frá 13 til 16 september verður Heimsmeistaraheitið í seyðahundakapping (World Sheepdog Trials) í Dromore í Norður Írlandi. Fólk og hundar úr øllum heiminum fara at kappast, hesar fýra dagarnar. Tveir teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar, á trimum vøllum. Fríggjadagin verður semifinala og leygardagin verður finalan.
Føroyar eru umboaðar av trimum luttakarum, við hvør sínum hundi. Tummas Jacobssen við Linn, Páll Poulsen við Taro og Anna Sofía Fjallheim við Linn.
Fyrr í summar luttóku tey trý pørini og Jónleif Sólskerð við Jett, í Continental Sheepdog Championship, í Kungsör í Svøríki. Tá vóru úrslitini misjøvn. Anna Sofía, Páll og Jónleif komu ikki víðari, men Tummas kom víðari í finaluna og endaði á einum tígginda plássi, sum má sigast at verða eitt einastandandi flott úrslit. Í liðkappingini endaðu Føroyar á einum 11 plássi.
Møguleiki er at fylgja heimsmeistara kappingini á netinum. (Sí leinkjuna niðanfyri)
Vit ynskja Tummasi, Pálli og Onnu Sofíu allar bestu eydnu.
ROM skráseting
Nú fleiri hava víst áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar, ynskir Føroya Seyðahundasamband at
vita hvussu nógvir hunda ánarar hava áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar ?
Tað sum krevst, at fáa hundin ROM skrásettan er,
- Hevur eina DNA test uppá CEA um hundurin er reinur ella berari ella hevur CEA. Nemast er at
fara inn á Home – LABOKLIN Europe at fáa DNA test - Eina ættartalvu um tað er møguligt.
- At hundurin vísur áhuga at reka seyð.
Tey sum hava áhuga at fáa sín hund ROM skrásettar kunnu venda sær til Seyðahundasambandi og
tekna seg.
Mann kann tekna seg við at senda mail til minhundur@gmail.com
Tá Seyðahundasambandið veit hvussu nógv hava áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar, venda
vit okkum til ISDS og saman við ISDS finna vit útav hvussu vit gera, um tað verður við video ella um
onkur kemur úr Onglandi at hyggja eftur hundunum.
Hava tit spurningar kunnu tit venda tykkum til Jónleif Jørgensen á telefon 243689
ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA 2023
Sunnudagin 16.apríl 2023 kl: 14:00 í hølinum hjá Búnadarstovuni Kolfjarđardali. Fundarskráin á ađalfundinum:
1. Val av fundarstjóra
2. Formansfrágreiðing
3. Grannskoðaður roknskapur lagdur fram
4. Val av nevndarlimum og eykalimum
5. Val av grannskoðara6. Innkomin mál
7. YmisktMál sum limir vilja hava til viđgerđar, skulu vera nevndini í hendi innan 10 dagar undan adalfundinum.
Heitta verður á allar limir at møta fjølment.
Vinarliga Nevndin
Faroese National
25 mars 2023 verður skipa fyri Faroese National. Faroese National er kapping, ið Seyðahundasamband Føroya skipar fyri. Vinnarin av kappingini fær navn sítt rist í ein ferðaskjøldur, og fær hann í varðveitslu til næstu kapping, ári eftur. Kappingin varð hildin á fyrsta sinni í fjør, tá vann Tummas Jacobsen við Linn.
Ætlanin er at fáa útlendskan dómara at døma kappingina, og kanska at halda skeið eisini, men meira verður at frætta um hetta seinni.
Kappingin telur við í úrtøkuni til Heimsmeistaraheiti og Evropameistaraheiti.
Verður veðrið ikki til vildar, kann kappingin útsetast til vikuskiftið eftir.
Tíðindi – Broyting av kappingarárinum
Aðalfundurin samtykti í fjør at geva táverandi nevnd heimild at broyta kappingarárið og tað bleiv broyt frá kalendaraárinum til 1.Juli til 30juni. Á aðalfundinum í ár var samtykt at broyta kappingarárið aftur, soleiðis at kappingarið 2022 verður liðugt 30. juni í ár. Eftir hetta byrjar nýtt kappingarár frá 1.juli til 31.mars í 2023. Hetta vil siga at kappingarár frammeftir vera í tíðarskeiðinum apríl og til síst í mars árið eftir.
Vinarliga
Nevndin






