Seyðahundakapping í Saksunardali
Fimta kvalifikatiónskappingin var í Saksunardali leygardagin. Tann var stórur spenningur um, um nakað óvæntað úrslit mundi verða aftur hesuferð, men so varð, sum so, ikki. Tummas Jacobsen vann aftur við Moss og Tummas fekk eisini annað plássið. Triðja plássið fekk Jónstein Petersen við Kvikk. Annað og triðja plássið var kanska eitt sindur óvæntað, tí hettar eru bestu úrslitini, hjá hesum báðum hundunum, higartil. Meg fekk silvur og Kvikk fekk bronsu.
Nú verður ein væl uppiborin vetrar støðgur hjá hundunum, eftir 5 kappingar í okt. og nov. Áðrenn hesar kappingarnar vórðu hildnar, hava hesir hundarnir gingið heystfjøllini.
Kappingarnar byrja aftur í vár, tá ið endaliga avgerðin fellur hvør skal umboða Føroyar til EM og HM
Hesi fingu stig, og tit síggja her hvussu verður dømt. Ein kann í mesta lagi fáa 110 stig.
| Outrun/ Heinta 20 | Lift 10 | Fetch/Reka til 20 | Drive/reka frá 30 | Shedding/Deila 10 | Pen/Rætt 10 | Single 10 | í Alt | |
| Tummas Jacobsen við Moss | 18 | 9 | 17 | 23 | 8 | 10 | 10 | 95 |
| Tummas Jacobsen við Mainstay Meg | 14 | 10 | 17 | 14 | 9 | 10 | 74 | |
| Jónstein Petersen við Kvikk | 17 | 8 | 13 | 25 | 10 | 1 | 74 | |
| Jónstein Petersen við Gripur | 18 | 7 | 16 | 6 | 8 | 4 | 8 | 67 |
| Petur Hans Winther við Kemi Jack | 16 | 5 | 12 | 14 | 7 | 1 | 55 | |
| Petur Hans Winther við Rex | 16 | 5 | 12 | 7 | 3 | 6 | 49 | |
| Ketty Winther við Ragnu | 16 | 5 | 2 | 10 | 9 | 42 |


