• minhundur@gmail.com
Seyðahundasamband Føroya
  • Heim
  • Um okkum
    • Nevndin
  • Tíðindi
  • Gerst limur
  • Lógir
  • Feløgini
    • Suðurstreymoyar Seyðahundafelag
    • Eysturoyar Seyðahundafelag
    • Norðoyar Seyðahundafelag
    • Vága Seyðahundafelag
    • Sandoyar Seyðahundafelag
    • Sundalags Seyðahundafelag
  • KALENDARI
  • Myndasavn
  • Leinki
  • Samband
  • Menu Menu
  • Facebook

Tóki er seyðahundavenjari í Wales

20/05/2019/in Uncategorized/by Else Sjúrðaberg

Seinasta hálva árið hevur 25 ára gamli Tóki Berg Mikkelsen úr Havn havt eitt heldur øðrvísi starv.

Hann er seyðahundavenjari í Wales og venur hundar, sum eitt nú luttaka í stórum, altjóða seyðahundakappingum. Onkrir av hundunum, hann venur, verða eisini seldir til Føroya.

– Mín avbjóðing sum seyðahundavenjari er at blíva vinurin hjá hundinum so skjótt sum til ber, tí hundurin arbeiðir betur og vil arbeiða fyri teg, um hann følir, at tit eru vinir, greiðir Tóki Berg Mikkelsen frá.

Tóki Berg Mikkelsen venur hundar hvønn dag frá klokkan átta á morgni til umleið klokkan 16 seinnapart. Vanliga klárar hann at venja upp í tríggjar hundar um tíman.

Sambært honum er tað serliga eitt, ið eyðkennir ein góðan seyðahund – hundurin skal hava eyga:

– Border Collie er eitt gott seyðahundaslag, tí teir hava ein ávísan stíl, tá teir reka seyð. Mann plagar at siga, at teir hava tað, mann rópar eyga. Teir stara seyðin niður og klára soleiðis at trýsta og flyta hann, sigur Tóki Berg Mikkelsen.

Í morgunsendingini greiddi hann eitt nú frá arbeiðinum sum seyðahundavenjari, og hvussu føroyskir seyðahundar eru fyri.

Týst HER fyri at lurta eftir sendingini.

Share this entry
  • Share on Facebook
  • Share on Twitter
  • Share on WhatsApp
  • Share on Pinterest
  • Share on LinkedIn
  • Share on Tumblr
  • Share on Vk
  • Share on Reddit
  • Share by Mail
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/venjari.jpg 364 648 Else Sjúrðaberg https://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.png Else Sjúrðaberg2019-05-20 15:34:272019-08-27 15:34:48Tóki er seyðahundavenjari í Wales

NÝGGJASTU GREINAR

  • Tíðindi – Broyting av kappingarárinum05/04/2022 - 21:58
  • Nýggja nevndin í Seyðahundasambandinum 202205/04/2022 - 21:50
  • Aðalfundur 202228/03/2022 - 21:27
  • Føroyaleikir 202111/06/2021 - 09:06
  • ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA 202124/03/2021 - 11:00
  • Continental Sheepdog Championship 202024/06/2020 - 11:28
  • ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA28/05/2020 - 10:57
  • Seyðahundakapping í Saksunardali24/09/2019 - 22:04
  • EM fyri seyðahundar í Týsklandi21/08/2019 - 08:25
  • Tummas Jacobsen til NM við Glen og Linn08/08/2019 - 08:28

SEYÐAHUNDASAMBAND FØROYA © 2022 / ØLL RÆTTINDI TILSKILAÐ

Vevstjóri: ELSE

Tummas Jacobsen til NM við Glen og Linn
Scroll to top