• minhundur@gmail.com
Seyðahundasamband Føroya
  • Heim
  • Kappingar úrslit 2022-23
  • Um okkum
    • Nevndin
  • Tíðindi
  • Lógir
  • Feløgini
    • Suðurstreymoyar Seyðahundafelag
    • Eysturoyar Seyðahundafelag
    • Norðoyar Seyðahundafelag
    • Vága Seyðahundafelag
    • Sandoyar Seyðahundafelag
    • Sundalags Seyðahundafelag
  • Kalendari
  • Myndasavn
  • Leinki
  • Samband
  • Menu Menu
  • Facebook

Tummas Jacobsen til NM við Glen og Linn

08/08/2019/in Uncategorized/by Else Sjúrðaberg

Um vikuskiftið luttekur Tummas Jacobsen í norðurlandameistaraskapinum fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Noregi. Tummas luttekur við tveimum hundum: Glen og Linn.

Glen hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, millum annað HM í Stórabretlandi í 2014 og Hollandi í 2017. Harafturat var hann við til EM í Tjekkia (2018), Norra (2017), Italia (2015) og Danmark (2014).

Linn, sum bert er trý ára gomul, hevur hóast sín unga aldur megnað at vunnið sær fyrsta kvalifikationspláss til altjóða kappingar fyri árið 2019, og luttekur tí eisini til EM seinni í hesum mánaðinum.

Norðurlandameistaraskapurin fevnir um tveir innleiðandi kvalifikatiónsdagar, har allir 43 hundar kappast báðar dagarnar. Teir 16 hundarnir, sum fáa flest stig samanlagt, fara víðari til finaluna sunnudagin, har talan verður um ein nógv størri og truplari bana við tveimum settum av seyði.

Tey fimm luttakandi londini eru Svøríki, Noreg, Finnland, Danmark og Føroyar.

Kappingin verður stroymað beinleiðis her.

Share this entry
  • Share on Facebook
  • Share on Twitter
  • Share on WhatsApp
  • Share on Pinterest
  • Share on LinkedIn
  • Share on Tumblr
  • Share on Vk
  • Share on Reddit
  • Share by Mail
https://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/skarmbillede-2019-08-07-kl.-17.26.01.png 455 615 Else Sjúrðaberg https://hundar.fo/wp-content/uploads/2019/08/Bumerki-1024x843.png Else Sjúrðaberg2019-08-08 08:28:462019-08-27 12:04:52Tummas Jacobsen til NM við Glen og Linn

NÝGGJASTU GREINAR

  • ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA 202321/03/2023 - 19:58
  • Faroese National19/01/2023 - 21:50
  • Tíðindi – Broyting av kappingarárinum05/04/2022 - 21:58
  • Nýggja nevndin í Seyðahundasambandinum 202205/04/2022 - 21:50
  • Aðalfundur 202228/03/2022 - 21:27
  • Føroyaleikir 202111/06/2021 - 09:06
  • ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA 202124/03/2021 - 11:00
  • Continental Sheepdog Championship 202024/06/2020 - 11:28
  • ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA28/05/2020 - 10:57
  • Seyðahundakapping í Saksunardali24/09/2019 - 22:04

SEYÐAHUNDASAMBAND FØROYA © 2023 / ØLL RÆTTINDI TILSKILAÐ

Ein heimasíða hjá ELSE

Tóki er seyðahundavenjari í WalesEM fyri seyðahundar í Týsklandi
Scroll to top