Continental Sheepdog Championship 2020

Continental verður hildi frá 8 til 11 October 2020 in Ollon VD í Switzerland
Seyðahundasamband Føroya hevur 4.pláss og síggja vit fram til at umboða Føroyar í hesi kappingini.

Continental verður hildi frá 8 til 11 October 2020 in Ollon VD í Switzerland
Seyðahundasamband Føroya hevur 4.pláss og síggja vit fram til at umboða Føroyar í hesi kappingini.
Sunnudagin 14.Juni . 2020 kl: 14:00 í hølinum hjá Búnadarstovuni Kolfjarđardali.
Fundarskráin á ársađalfundinum:
1. Val av fundarstjóra
2. Formansfrágreiðing
3. Grannskoðaður roknskapur lagdur fram
4. Val av nevndarlimum og eykalimum
5. Val av grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Mál sum limir vilja hava til viđgerđar, skulu vera nevndini í hendi innan 12 dagar undan adalfundinum.
Heitta verður á allar limir at møta fjølment.
Vinarliga
Nevndin
Um vikuskiftið luttekur Tummas Jacobsen í norðurlandameistaraskapinum fyri seyðahundar, sum hesaferð verður í Noregi. Tummas luttekur við tveimum hundum: Glen og Linn.
Glen hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum, millum annað HM í Stórabretlandi í 2014 og Hollandi í 2017. Harafturat var hann við til EM í Tjekkia (2018), Norra (2017), Italia (2015) og Danmark (2014).
Linn, sum bert er trý ára gomul, hevur hóast sín unga aldur megnað at vunnið sær fyrsta kvalifikationspláss til altjóða kappingar fyri árið 2019, og luttekur tí eisini til EM seinni í hesum mánaðinum.
Norðurlandameistaraskapurin fevnir um tveir innleiðandi kvalifikatiónsdagar, har allir 43 hundar kappast báðar dagarnar. Teir 16 hundarnir, sum fáa flest stig samanlagt, fara víðari til finaluna sunnudagin, har talan verður um ein nógv størri og truplari bana við tveimum settum av seyði.
Tey fimm luttakandi londini eru Svøríki, Noreg, Finnland, Danmark og Føroyar.
Kappingin verður stroymað beinleiðis her.
Seinasta hálva árið hevur 25 ára gamli Tóki Berg Mikkelsen úr Havn havt eitt heldur øðrvísi starv.
Hann er seyðahundavenjari í Wales og venur hundar, sum eitt nú luttaka í stórum, altjóða seyðahundakappingum. Onkrir av hundunum, hann venur, verða eisini seldir til Føroya.
– Mín avbjóðing sum seyðahundavenjari er at blíva vinurin hjá hundinum so skjótt sum til ber, tí hundurin arbeiðir betur og vil arbeiða fyri teg, um hann følir, at tit eru vinir, greiðir Tóki Berg Mikkelsen frá.
Tóki Berg Mikkelsen venur hundar hvønn dag frá klokkan átta á morgni til umleið klokkan 16 seinnapart. Vanliga klárar hann at venja upp í tríggjar hundar um tíman.
Sambært honum er tað serliga eitt, ið eyðkennir ein góðan seyðahund – hundurin skal hava eyga:
– Border Collie er eitt gott seyðahundaslag, tí teir hava ein ávísan stíl, tá teir reka seyð. Mann plagar at siga, at teir hava tað, mann rópar eyga. Teir stara seyðin niður og klára soleiðis at trýsta og flyta hann, sigur Tóki Berg Mikkelsen.
Í morgunsendingini greiddi hann eitt nú frá arbeiðinum sum seyðahundavenjari, og hvussu føroyskir seyðahundar eru fyri.
Týst HER fyri at lurta eftir sendingini.