FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni 

Veðrið var ikki gott í morgun 1 nov. tá kappingin skuldi byrja kl 08.00 avgjørt var at útseta kappingina 1 tíma og tá bleiv fínasta vegur at hava kappingina.
Kappingina vann Tummas Jacobsen við hundinum Moss nr 2 var Tóki Berg Mikkelsen við Irpu og 3 var Anna Sofía Fjallheim við Midge.
Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025 rennur undan øllum hinum aftur í ár, vit tosa um hundin Moss og hundaførarin Tummas jacobsen, nú tvær kappingar hava verið hevur Moss vunnið báðar kappingarnar sum hava verið og hevur tí fult stigatal 14 stig. 4 teir bestu hundarnir sleppa til EM ,sum tað sær út nú so fer Moss avstað við tí eina plássinum, meðan hini 3 plássini er alt opið, og spennandi verður at fylgja við.

FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni

FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni 1. og 2. nov.

Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri tveimum spennandi kappingardøgum í Funningsbotni hetta vikuskiftið. Hettar er ein partur av FM-kvalifikatiónskappingunum til EM í Belgia og HM í Skotlandi í 2026.

Leygardagin 1. novembur verður kappast í klassa 3, sum er tann hægsti og mest avbjóðandi klassin í seyðahundakappingum. Kappingin byrjar kl. 08:00, og 20 hundar eru tilmeldaðir. Luttakarar eru fleiri av bestu seyðahundunum í landinum, og spennandi verður at síggja, hvussu FM-støðan broytist eftir hesa kappingina.

Sunnudagin 2. novembur verður kappast í klassa 2 og klassa 1, sum eru unghundaklassar, har nýggjir, og royndir, hundar fáa møguleika at vísa síni evni. Hetta er ein góður møguleiki at síggja komandi stjørnur innan seyðahundasportin.

Leygardag 01/11-2025

Banagjøgnumgongd er kl. 08.00

Sunnudagin 02/11-2025:

Banagjøgnumgongd er kl. 08.30

Klassi 2: byrja verður kl 09.00

Klassi 1: byrja verður, tá ið klassi 2 er liðugur.

Eysturoyar Seyðahundafelag takkar bóndanum í Funningsbotni fyri, at lata økið til kappingina og fyri gott samstarv. Uttan tykkara stuðul hevði hetta ikki verið gjørligt. Øll eru vælkomin at hyggja!

Kvalifikatiónskapping á Viðareiði

Úrslitini av fyrstu kvalitaiónskappingini sum var á Viðareiði 

17 hundar vóru tilmeldaðir til kappingina og 7 teir fremstu fáa stig. 

FM støðan sær tí soleiðis út 

  1. Tummas Jacobsen við Moss.                        7 Stig 
  1. Anna Sofía Fjallheim við Kelly.                    6 Stig 
  1. Tummas Jacobsen við Mainstay Meg.       5 stig 
  1. Sigtór Dam við Saga.                                     4 Stig 
  1. Jónstein Petersen við Gripur.                        3 Stig 
  1. Jónstein Petersen við Kvikk.                         2 Stig 
  1. Tóki Berg Mikkelsen við Irpu.                      1 Stig 

Kappingarárið 2025-2026

Kvalifikatiónskappingarnar til europameistaraheiti og heimsmeistaraheiti, fyri seyðahundar, byrja nú leygardagin. Hetta er 1. kapping av 7.  

Komandi 5 vikuskiftini fara Føroya bestu seyðahundar at kappast um, hvør sleppur at umboða Føroyar til EM í Belgia og HM í Skotlandi í septembur 2026. 

Fyrsta seyðahundakappingin verður á Viðareiði leygardagin 25. oktobur. Norðoya Seyðahundafelag stendur fyri kappingini, og hon verður á heimavølli felagsins á Viðareiði. 17 hundar eru meldaðir til. Bestu hundarnir í Føroyum eru við aftur í ár. Tó verður Linn hjá Tummasi Jacobsen, ið varð á 4. plássi seinasta kappingarár, ikki við leygardagin. Onkur nýggjur hundur er eisini at síggja, Tóroddur Vang fer at royna seg við Bráð og Tóki Berg fer at luttaka við Æsir. Spennandi verður at síggja hvussu nýggju hundarnir fara at roynast. Øll seyðahundafeløgini, uttan Vága seyðahundafelag, eru umboaði. Eysturoyar og Sundalags seyðahundafeløg eru best umboðaði við ávikavist 6 og 4 hundum. Norðoya Seyðahundafelag hevur ein hund við. Veðurforsøgnin hevur ikki verið pen, fyrr í vikuni, men nú sær betur út. Vit vóna at fáa eina góða kapping. Øll eru vælkomin ein túr norð til Viðareiðis at hyggja. Norðoya Seyðahundafelag bjóðar drekkamunn. Kappingin byrjar kl 09:30 og varir í einar 5 tímar. 

Føroyska seyðahundalandsliðið er úttikið til altjóða kappingar í 2025

Føroyska landsliðið við seyðahundum er nú úttikið, og mannað, við fleiri dugnaligum førarum og hundum, sum skulu umboða Føroyar í tveimum stórum altjóða kappingum í 2025: Norðurlandameistarakappingin (NM) og Europa meistarakappingin (EM).
Føroysku hundarnir klára seg vanliga væl so hetta er eitt týðiligt tekin um, at áhugin fyri seyðahundinum er vaksandi og støðið innan seyðahundavenjing, í Føroyum, er í støðugari menning.


• Liðið, ið skal umboða Føroyar, er mannað við hesum førarum og hundum:

• Tummas Jacobsen við Moss.

• Anna Sofía Fjallheim við Midge.
• Jónstein Petersen við Gripur.
• Tummas Jacobsen við Linn.

Kappingarnar verða hildnar hesar dagar:
• NM í Noregi: 29. til 31. august 2025
• EM í Kekkia: 18. til 21. septembur 2025


Vit ynskja øllum luttakarunum bestu eydnu og gleða okku at fylgja teimum.

Onki finalupláss á hesum sinni

Tað gekk illa hjá Tummasi og Linn í gjár. Linn fann ikki seyðin, og fór út av vøllinum. Og so vóru Føroyar úti av Continental Sheepdog Championship 2024. Enn eitt dømi um at seyðahundakappingar eru harðar og kontantar.

Taka vit saman um, hevur kappingin eydnast væl. Hóast hvørgin av okkara royndastu hundum fekk stig, so smæddust nýggju landsliðs luttakarar okkara als ikki burtur. Føroyar endaði á 12. plássi av 18 londum.

Um ein hevur hug at síggja rakstur og seyðahundar á høgum støði er leinkja til finaluna her:

Vit hava fingið myndirnar frá Ketty A. H. Winther og Irenu Jacobsen

Síðsta royndin í Eysturríki

Í gjár royndu Tummas og Jónstein seg. Tummas royndi seg við Moss, teir vóru tíanverri noyddir at gevast, tá teir skuldu deila (Shed) seyðin. Tað sá annars gott út hjá teimum frammanundan. Jónstein við Gripi endaði á 14 plássi. Tað sá gott út hjá honum, men tíðin fór áðrenn hann kláraði at singla. Eitt flott úrslit í eini sera harðari kapping.

Í dag skal Tummas aftur á vøllin. Hann og Linn eru síðsta vón at tryggja Føroyum eitt finalupláss. Tummas og Linn eru helst sterkasta parið í Føroyum í løtuni. Tey vunnu FM í 23/24, langt framman fyri nummar 2. Tummas hevur nummar 77 á rygginum. Hann byrjar sum nummar 4 í dag.

Góða eydnu!

Hin royndi og hin óroyndi

Ketty við Ragnu fekk seg roynda í gjár. Seyðurin var ikki lættur at fáast við og veðrið var eisini avbjóðandi. Tað bleiv til 139 stig og tað gav eitt 15 pláss av 36 plássum. Flott úrslit undir torførum umstøðum og í eini sera javnari kapping.

Í dag skulu Tummas og Jónstein royna seg. Tummas skal inn sum nummar 20 við Moss, hann hevur nummar 56 á rygginum. Hann er royndasti luttakarin á landsliðnum, bæði í heimligu kappingini og altjóða.

Hetta er, har aftur í móti, fyrsta altjóða kappingin hjá Jónsteini. Hann tók øll á bóli til FM í 23/24, og bleiv nummar 2 við hundinum Gripur. Teir báðir skulu royna seg sum nummar 35 í dag. Jónstein hevur nummar 71 á rygginum.

Góða eydnu!

Kappingin í dag kann stroymast her:

Ketty skal royna seg í dag

Landsliðið í Eysturríki

Í dag er fyrsta innleiðandi kappingin í Continental Sheepdog Championship (CSC) í Eysturríki. Ketty A. H. Winther og Ragna skulu royna seg í dag. Hetta er fyrsta ferð Ketty er á landsliðnum. Hóast tað, varð hon fremst av føroyingunum til NM fyrr í mánanum.

Seyðurin sær ikki út til at verða góður at hava við at gera í morgun. Hetta eru vit tó von við í Føroyum 😀

Ketty skal byrja sum nummar 26 av 36. Vit ynskja henni góða eydnu!

Kappingin kann stroymast her:
https://www.youtube.com/live/tVyikWVXZUw?feature=shared

Til ber at fylgja kappingini á heimasíðu CSC eisini:

https://www.cscweb.site/home

Continental Sheepdog Championship 2024

CSC Austria

Aftur í ár er Føroyska landsliðið við í Continental Sheepdog Championship (CSC).

CSC er evropameistarakapping fyri seyðahundar. Kappingin er í Eysturríki í ár. 108 hundar luttaka í kappingini, teir umboða 18 lond. Byrja verður i morgin 28 August. Tríggjar teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar. Sunnudagin verður finalan, tá seks teir bestu hundarnir, úr hvørji innleiðandi kapping, kappast.

Føroyar luttaka við 4 Hundum:

Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss

Jónstein Petersen við hundinum Gripur

Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna

Føroyar hava undanfarin ár staði seg væl í kappingini, har fleiri av verðins bestu hundum luttaka. Spennandi verður at fylgja við hvussu fer at hilnast hjá teimum í ár.

SEYÐAHUNDASAMBAND FØROYA © 2026 / ØLL RÆTTINDI TILSKILAÐ

Ein heimasíða hjá ELSE