World Sheepdog Trials 2023

Frá 13 til 16 september verður Heimsmeistaraheitið í seyðahundakapping (World Sheepdog Trials) í Dromore í Norður Írlandi. Fólk og hundar úr øllum heiminum fara at kappast, hesar fýra dagarnar. Tveir teir fyrstu dagarnar verða innleiðandi kappingar, á trimum vøllum. Fríggjadagin verður semifinala og leygardagin verður finalan.
Føroyar eru umboaðar av trimum luttakarum, við hvør sínum hundi. Tummas Jacobssen við Linn, Páll Poulsen við Taro og Anna Sofía Fjallheim við Linn.

Fyrr í summar luttóku tey trý pørini og Jónleif Sólskerð við Jett, í Continental Sheepdog Championship, í Kungsör í Svøríki. Tá vóru úrslitini misjøvn. Anna Sofía, Páll og Jónleif komu ikki víðari, men Tummas kom víðari í finaluna og endaði á einum tígginda plássi, sum má sigast at verða eitt einastandandi flott úrslit. Í liðkappingini endaðu Føroyar á einum 11 plássi.

Møguleiki er at fylgja heimsmeistara kappingini á netinum. (Sí leinkjuna niðanfyri)

Vit ynskja Tummasi, Pálli og Onnu Sofíu allar bestu eydnu.

https://www.worldsheepdogtrials.org/2023-world-trial/

ROM skráseting


Nú fleiri hava víst áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar, ynskir Føroya Seyðahundasamband at
vita hvussu nógvir hunda ánarar hava áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar ?
Tað sum krevst, at fáa hundin ROM skrásettan er,

  1. Hevur eina DNA test uppá CEA um hundurin er reinur ella berari ella hevur CEA. Nemast er at
    fara inn á Home – LABOKLIN Europe at fáa DNA test
  2. Eina ættartalvu um tað er møguligt.
  3. At hundurin vísur áhuga at reka seyð.

Tey sum hava áhuga at fáa sín hund ROM skrásettar kunnu venda sær til Seyðahundasambandi og
tekna seg.
Mann kann tekna seg við at senda mail til minhundur@gmail.com
Tá Seyðahundasambandið veit hvussu nógv hava áhuga at fáa sínar hundar ROM skrásettar, venda
vit okkum til ISDS og saman við ISDS finna vit útav hvussu vit gera, um tað verður við video ella um
onkur kemur úr Onglandi at hyggja eftur hundunum.

Hava tit spurningar kunnu tit venda tykkum til Jónleif Jørgensen á telefon 243689

ADALFUNDUR -SEYĐAHUNDASAMBAND FØROYA 2023

Sunnudagin 16.apríl 2023 kl: 14:00 í hølinum hjá Búnadarstovuni Kolfjarđardali. Fundarskráin á ađalfundinum:

1. Val av fundarstjóra

2. Formansfrágreiðing

3. Grannskoðaður roknskapur lagdur fram

4. Val av nevndarlimum og eykalimum

5. Val av grannskoðara6. Innkomin mál

7. YmisktMál sum limir vilja hava til viđgerđar, skulu vera nevndini í hendi innan 10 dagar undan adalfundinum.

Heitta verður á allar limir at møta fjølment.

Vinarliga Nevndin

Faroese National

25 mars 2023 verður skipa fyri Faroese National. Faroese National er kapping, ið Seyðahundasamband Føroya skipar fyri. Vinnarin av kappingini fær navn sítt rist í ein ferðaskjøldur, og fær hann í varðveitslu til næstu kapping, ári eftur. Kappingin varð hildin á fyrsta sinni í fjør, tá vann Tummas Jacobsen við Linn.
Ætlanin er at fáa útlendskan dómara at døma kappingina, og kanska at halda skeið eisini, men meira verður at frætta um hetta seinni.
Kappingin telur við í úrtøkuni til Heimsmeistaraheiti og Evropameistaraheiti.
Verður veðrið ikki til vildar, kann kappingin útsetast til vikuskiftið eftir.

Tíðindi – Broyting av kappingarárinum

Aðalfundurin samtykti í fjør at geva táverandi nevnd heimild at broyta kappingarárið og tað bleiv broyt frá kalendaraárinum til 1.Juli til 30juni. Á aðalfundinum í ár var samtykt at broyta kappingarárið aftur, soleiðis at kappingarið 2022 verður liðugt 30. juni í ár. Eftir hetta byrjar nýtt kappingarár frá 1.juli til 31.mars í 2023. Hetta vil siga at kappingarár frammeftir vera í tíðarskeiðinum apríl og til síst í mars árið eftir.

Vinarliga

Nevndin

Nýggja nevndin í Seyðahundasambandinum 2022

Árligi aðalfundurin hjá Seyðahundasambandinum var hildin á búnaðarstovuni í Kollafirði 03.apríl 2022. Umboð frá limafeløgum runt landi vóru møtt upp og var hetta ein sera góður fundur.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri væli og valdu ikki at stilla uppaftur. Tað vóru Jónleif Sólsker og Tina Ziska. Vit vilja hervið takka tykkum fyri tykkara íkast í nevndararbeiði og fyri tíðina tit hava verið og umboða felagið.

Aftaná Aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg:

Tummas Jacobsen – Formaður

Tóki Berg Mikkelsen – Næstformaður

Hanus Højgaard – Skrivari

Steinur Poulsen – Peningarøkil

Páll Poulsen – Nevndarlimur

Hans Meinhard Midjord – Eyka nevndarlimur

Brandur Kletskarð Í Kongsstovu – Eyka nevndarlimur

Niðanfyri sæst mynd av nýggju nevndini.:

Frá vinstru: Hans Meinhard Midjord, Páll Poulsen, Steinur Poulsen, Hanus Højgaard, Tummas Jacobsen, Tóki Berg Mikkelsen og Brandur Kletskarð Í Kongsstovu.

Aðalfundur 2022

Aðalfundurin verður sunnudagin 03.apríl 2022 kl: 14:00 í hølinum hjá Búnadarstovuni í Kolfjarđardali.

Fundarskráin á aðalfundinum:

1. Val av fundarstjóra

2. Formansfrágreiðing

3. Grannskoðaður roknskapur lagdur fram

4. Val av nevndarlimum og eykalimum

5. Val av grannskoðara

6. Innkomin mál

7. Ymiskt: mál sum limir vilja hava til viđgerđar, skulu vera nevndini í hendi innan 10 dagar undan adalfundinum.Heitta verður á allar limir at møta fjølment.

Vinarliga Nevndin

Seyðahundakapping í Saksunardali

Seyðahundakapping verdur í Lógardalsgarði í Saksunardali hjá Tummas Jacobsen tann 23 nov. kl. 09:00. Kappast verdur í klassa 3, 2 og 1. Luttakaragjald fyri hvønn hundin er 150 kr.

Dómari til kappingina, er ikki endaligt avgjørt og verður lýst seinni.

Kaffi og kaka verður at fáa til kappingina. Annars mugu luttakararnir sjálvir taka við sær matpakka.

Luttakarar skulu melda seg til kappingina innan hósdagin 21. Novembur, til Steinur Poulsen á telefon 730027 ella e.post minhundur@gmail.com

Vit síggjast.
Seyðahundasamband Føroya